Avloysarastarv sum yvirstýrimaður umborð á Hvítanes

Smyril Line søkir eftir avloysara til farmaskipið Hvítanes at byrja 29.07.2022, ella eftir nærri avtalu. Talan er um avloysarastarv í 2-3 mánaðir. Tú kemur at sigla eftir skiftisskipan áljóðandi 4 vikur úti og 4 vikur heima.

Vit bjóða eitt spennandi avloysarastarv í einum føroyskum reiðaríi í vøkstri, har tú fært stóra ábyrgd og fjøltáttaðar uppgávur. 

Starvið

Yvirstýrimaðurin stuðlar skiparanum í rakstrinum av skipinum. Yvirstýrimaðurin er arbeiðsleiðari á dekkinum og skal vera ein sjónligur persónur í dagliga arbeiðinum. 

Yvirstýrimaðurin hevur m.a. hesar uppgávur:

Skal tryggja at skipið er í sjótryggum standi

Tryggja at trygdarútgerð er viðlíkahildin og dagførd

Lasting- og lossingar virksemið og handfaring av farmi á ferðini

Tín vangamynd

Vit sóknast eftir einum ábyrgdarfullum og fleksiblum persóni við fakligari vitan og persónligum eginleikum, sum hóska til leiklutin. 

Tú hevur vinnubræv sum Chief Mate II/2 

Tú hevur øll viðkomandi skjøl og skeiðir

Setanartreytir

Talan er um avloysarastarv í 2-3 mánaðir. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Skipara & Navigatørfelag og Reiðarafelagið fyri Handilsskip. Tú siglur 1:1, ið merkir, at hevur tú verið umborð í fýra vikur, so fært tú eisini løn tær komandi fýra vikurnar heima.

Starvssetan og umsóknarfreist

Umsóknarfreistin er 14.07.2022. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Tú søkir starvið við at nýta frymilin niðanfyri. 

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til rakstrarstjóran, Jóhan av Reyni, á tlf. 58 05 00.  

Um Smyril Line

Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Eystnes, Hvítanes, Mykines og Akranes og rekur farmaskipið Mistral. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.

Application form

Get your free catalogue

Please fill in the address details to receive your free catalogue

Yes, I want to receive regular news and special offers from Smyril Line directly in my inbox.