Elektrikari til Norrönu

Søkt verður eftir elektrikara til Norrönu at byrja skjótast gjørligt. Talan er tíðaravmarkað starv fram til 23. januar 2023.

Uppgávur
Norröna skal í dokk í januar mánaða, og tú kemur í høvuðsheitum at arbeiða við el-arbeiði í hotel partinum umborð.

Talan er um fjølbroytt starv, har tú saman við einum verkætlanarleiðara kemur at vera partur av eini ávísari verkætlan.

Tín vangamynd
Tú ert útbúgvin elektrikari. Fyrimunur er, um tú hevur royndir sum skipselektrikari.
Tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og skilir týdningin av at halda tíðarætlanir.

Setanartreytir
Setanartreytir sambært sáttmála millum Maskinmeistarafelagið og Reiðarafelagið fyri Handilsskip.

Freist at søkja
Umsóknarfreistin er 2. desember 2022. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi og í trúnaði.

Tú søkir starvið við at senda tína umsókn umvegis frymilin niðanfyri.

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jóhan av Reyni, rakstrarstjóra, á tel. 580500 ella á johanavr@smyrilline.fo.

Um Smyril Line
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Eystnes, Hvítanes, Mykines og Akranes og rekur farmaskipið Mistral. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi

Application form

Get your free catalogue

Please fill in the address details to receive your free catalogue

Yes, I want to receive regular news and special offers from Smyril Line directly in my inbox.