HR-umsitari í farloyvisstarv

Kundi tú hugsað tær at arbeitt í hjartanum í einari fjøllbroyttari fyritøku, har tú fært møguleika at fáa innlit í øll starvsfólkaøkini? Smyril Line sóknast eftir einum ágrýtnum persóni til starvsfólkadeildina at byrja sum skjótast. 

Smyril Line er ein altjóða fyritøka, og er starvsfólkadeildin ein sentral funktión til alt samtakið. Tískil fevna uppgávurnar breitt, eru fjøllbroyttar, og samstarvar ein dagligani við leiðarar og starvsfólk í øllum samtakinum. 

Vit bjóða eitt spennandi farloyvisstarv, har tú fært møguleikan at nema tær eina breiða HR-vitan og góðar royndir í einari støðugt mennandi og áhugaverdari fyritøku.

Uppgávur fevna m.a. um

  • Ymiskar fyrisitingarligar uppgávur á deildini
  • Hjálpa til og ráðgeva við manningarviðurskiftum
  • At avgreiða dagligar fyrispurningar frá leiðarum og starvsfólkum
  • Samskipan og ráðgeving í sambandi við starvssetanir
  • At menna og dagføra innanhýsis vegleiðingar og mannagongdir, bæði umborð á skipum og á landi

Tín vangamynd

  • Tú hevur viðkomandi royndir innan skrivstovuarbeiði
  • Tað er ein fyrimunur um tú kennir til manningarkrøv og hevur arbeitt við manningarviðurskiftum
  • Tú hevur góðar telduførleikar og megnar at seta teg inn í nýggjar skipanir
  • Tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni
  • Tú dugir at samskifta á enskum og føroyskum, bæði á skrift og talu

Setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu. Freistin at søkja er 25. september 2022. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Tú søkir starvið umvegis frymilin niðanfyri. 

Farloyvisstarvið er í uml. 1 ár. Tó er møguleiki fyri at setanin kann verða longd.  

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Hjørdis í Dávastovu, HR-leiðara, á telefon 235950 ella á hjordis@smyrilline.fo.

Um Smyril Line

Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Eystnes, Hvítanes, Mykines og Akranes og rekur farmaskipið Mistral. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.

Application form

Get your free catalogue

Please fill in the address details to receive your free catalogue

Yes, I want to receive regular news and special offers from Smyril Line directly in my inbox.