HSSEQ leiðari til Smyril Line

Vit sóknast eftir einum HSSEQ leiðara til Smyril Line samtakið. Eitt spennandi og avbjóðandi starv í einari vaksandi og fjølbroyttari fyritøku. 

Sum HSSEQ leiðari kemur tú at vísa til rakstrarstjóran. Tú fært ein umfatandi og týðandi leiklut við at veita vitan og gera váðametingar, bæði á landi og á sjógvi. Harumframt hevur HSSEQ leiðarin ábyrgd av at tryggja at vit lúka øll altjóða krøv á økinum.   

Starvið

  • At tryggja at alt HSSEQ økið verður rikið til fulnar 
  • Menning av góðskuskipan samsvarandi ‘Integrated Management Systems’ (IMS) fyri at lúka vinnukrøv innan ISO 9001, ISO 45001 og ISO 14001
  • Seta í verk og dagføra mannagongdir
  • Fremja, planleggja og implementera strategy fyri einari effektivari og virknari Health, Safety, Security, Environment & Quality (HSSEQ) handfaring av okkara virksemi
  • Hava eftirlit við daglig HSSEQ mál og fremja HSSEQ átøk fyri at tryggja skaðafríðan rakstur   
  • Seta í verk innanhýsis eftirlit og grannskoðanir, kanna skaðatilburðir, eftirmetingar, umsjón v.m.
  • Hjálpa við skipaskráseting, sertifikatum v.m.
  • Fremja trygdarváðametingar 

Tín vangamynd

  • Tú hevur góðan kunnleika til galdandi lógir og altjóða standardir, ið eru galdandi á økinum
  • Royndir og førleikar sum DPA er ein fyrimunur, men ikki eitt krav
  • Royndir frá líknandi starvi er ein fyrimunur
  • Hevur royndir við at seta í verk mannagongdir 
  • Tú dugir at samskifta á høgum støði á enskum og føroyskum, bæði á skrift og talu
  • Ert álítandi og ábyrgdarfull/ur
  • Hevur sjálvstøðugt og miðvíst arbeiðslag 

Setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu. Freistin at søkja er 10. juli 2022. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Tú søkir starvið umvegis frymilin niðanfyri. 

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til rakstrarstjóran, Jóhan av Reyni, á tlf. 58 05 00. 

Um Smyril Line

Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Eystnes, Hvítanes, Mykines og Akranes og rekur farmaskipið Mistral. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.

Application form

Get your free catalogue

Please fill in the address details to receive your free catalogue

Yes, I want to receive regular news and special offers from Smyril Line directly in my inbox.