Kokkur og køkshjálpari til Norrönu
Í siglandi toyminum umborð á Norrönu leggja vit stóran dent á hugna, samanhald og at geva gestunum upplivingar.
Umborð hava vit kafeteria, buffet matstovu og a la carte matstovu, og tí eru nógvar spennandi uppgávur í køkinum. Tú verður partur av okkara stóra toymi, og vit taka væl ímóti tær.
Vit eru sera errin av, at Dansk Spiseguide, gav okkum heiðrarnar ”Ársins fisk- og skeljadjór” og ”Ársins dessert” í november 2021.
Søkt verður eftir kokki til Munkastovu. Talan er um at matgera a la carte, og tískil søkja vit eftir einum kokki við royndum innan økið.
Søkt verður eftir køkshjálpara til heita køkin. Í heita køkinum borðreiða vit mat til kafeteria Nóatún, matgera til vælvitjaðu Norröna buffet, umframt at borðreiða mat til starvsfólkamessuna.
Tú
Tú ert útbúgvin kokkur við viðkomandi royndum, ella tú hevur viðkomandi royndir sum køkshjálpari. Vit virðismeta allarmest títt virkni, og at tú heldur, at vælsmakkandi matur og góð tænasta ger allan munin. Trygdin hevur stóran týdning umborð, og tí er týdningarmikið, at tú dugir at orða teg á enskum.
Starvssetan- og treytir
Talan er um fyribils tíðaravmarkaði størv frá fyrst í marts 2023 til seinast í oktober 2023, men við møguleika fyri at leingja setaninar.
Tú siglur 1:1, ið merkir, at hevur tú verið 4 vikur umborð, fært tú eisini løn tær 4 komandi vikurnar heima.
Trygdin er grundarsteinurin í øllum, sum vit gera, og tí bjóða vit eisini trygdarskeið umborð.
Setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Fiskimannafelag & Reiðarafelagið fyri Handilsskip.
Freistin at søkja
Umsóknarfreistin er 6. mars 2023. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi.
Tú søkir viðkomandi starvið við at senda tína umsókn umvegis frymilin niðanfyri.
Dugnaligu køksleiðararnir, Jean Alex Midjord og Helgi Bláskor, vita meira um størvini. Tú er vælkomin at ringja til teirra á tel. 344835 ella senda teimum ein fyrispurning umvegis executivechef@norrona.fo.
Um Smyril Line
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Eystnes, Hvítanes, Mykines og Akranes og rekur farmaskipið Mistral. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.