Móttøkuleiðari til Norrönu

Gongur tú høgt uppí at veita eina framúr góða tænastu og megnar tú at standa fyri framhaldandi menning og framgongd av móttøkuni umborð á Norrönu? Smyril Line sóknast eftir einum ábyrgdarfullum persóni, við dugnaligum yrkisføri og íblástri til at leiða móttøkuna.

Vit bjóða eitt spennandi og avbjóðandi starv umborð á einum nýmótans ferðamannaskipi, har eingin dagur er eins. Tú verður ein av lyklapersónunum í hotelldeildini og verður partur av leiðslutoyminum umborð. 

Tú siglir 1:1, ið merkir, at um tú hevur verið 4 vikur umborð, so fært tú eisini løn í 4 vikur heima.

Um starvið

Móttøkan er miðstøðin á okkara siglandi hotelli, og kemur móttøkuleiðarin dagligani í samband við allar deildirnar og ferðafólkini umborð. Tú kemur at hava ábyrgd av starvsfólkunum í toyminum, sum telja áleið 10 starvsfólk. Tú hevur ábyrgd av at seta starvsfólkini í toyminum, og veita ta røttu vitanina og tryggja, at tænastan framhaldandi er á einum høgum støði.

Sum leiðari ert tú við til at tryggja framgongd í móttøkuni, skipa arbeiðið, samskipa sertúrar og bíleggja vørur til móttøkuna.

Er tað tær vit leita eftir?

  • Tú hevur helst royndir innan leiðslu og at arbeiða í eini móttøku
  • Tú hevur áræði, dámar væl at hugsa í loysnum og setur góða tænastu í hásæti
  • Tú dugir at samskifta á enskum, týskum og norðurlendskum máli
  • Tað fellir tær natúrligt at hava fleiri bóltar í luftini í senn

Setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála og avtalu.

Freist at søkja

Freistin at søkja er 9. oktober 2022. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Tú søkir starvið við at senda tína umsókn umvegis frymilin niðanfyri. 

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Pætur Trónd Thomsen, hotelstjóra, umvegis pt@smyrilline.fo ella á 78 87 44. 

 

Um Smyril Line

Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Eystnes, Hvítanes, Mykines og Akranes og rekur farmaskipið Mistral. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.

 

Application form

Get your free catalogue

Please fill in the address details to receive your free catalogue

Yes, I want to receive regular news and special offers from Smyril Line directly in my inbox.