Sølu- og logistikkfólk til Smyril Line Cargo

Hug at verða ein týðandi partur av føroyska vinnulívinum? 

Smyril Line Cargo innflytir alskins vørur til Føroyar, og hava vit nú tørv á einum ídnum og tænastusinnaðum starvsfelaga, til okkara innflutningstoymið. Við fimm farmaskipum, umframt Norrønu, bjóða vit kundum okkara góðar og smidligar logistikkloysnir til føroyska vinnulívið. 

Á Smyril Line Cargo leggja vit stóran dent á at veita góðar og kappingarførar loysnir innan vøru- og farmaflutning. Starvið sum sølu- og logistikkfólk á innflutningsdeildini, fevnir um at samskipa vøru- og farmaflutning innan- og uttanlanda. Tú kemur at samskifta væl við ymiskar kundar og veitarar, geva tilboð og avgreiða innflutnings- og ordramóttøkuskjøl. Umframt leypandi at menna og tryggja góða tænastu.

Vit bjóða eitt avbjóðandi og gevandi starv í einum altjóða umhvørvi, har eingin dagur er eins. Tú verður ein týðandi partur av innflutnings-toyminum, sum hvønn dag samstarvar og sparrar við starvsfelagar, bæði innanhýsis og á skrivstovum okkara í Danmark, Hollandi og Íslandi. Hetta fyri at tryggja, at føroyskar vørur verða innfluttar til føroysku marknaðirnar á einum høgum støði.

Vit virðismeta allarmest, at tú skilir týdningin av at fremja og bjóða góða samskipan og tænastu á høgum støði. Harumframt dugir tú vanligt teldubrúk, vanlig telduforrit og megnar at samskifta í skrift og talu á føroyskum, donskum og enskum.

Royndir innan speditión er ein fyrimunur, men ikki ein treyt.

Setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu. Freistin at søkja er 16. oktober 2022. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Tú søkir starvið umvegis frymilin niðanfyri. 

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við leiðaran á innflutningsdeildini, Brian Vang Poulsen, á 23 96 23 ella brian@cargo.fo.    

Um Smyril Line

Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Eystnes, Hvítanes, Mykines og Akranes og rekur farmaskipið Mistral. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.

 

 

Application form

Get your free catalogue

Please fill in the address details to receive your free catalogue

Yes, I want to receive regular news and special offers from Smyril Line directly in my inbox.