Starvsfólk til reingerðartoymið umborð á Norrönu
Í siglandi toyminum umborð á Norrönu leggja vit stóran dent á hugna, samanhald og at geva gestunum upplivingar.
Starvið sum reingerðarfólk fevnir um ymiskar reingerðaruppgávur, ið viðvirka til at halda skipið reint og snotiligt, og at taka ímóti gestum og fyrispurningum við einum smíli. Tú verður partur av okkara stóra toymi, og vit taka væl ímóti tær.
Tú
Vit virðismeta títt virkni, tína jaligheit og at tú heldur, at eitt reint skip og hjálpsemi ger allan munin. Trygdin hevur stóran týdning umborð, og tí er týdningarmikið, at tú dugir at orða teg á enskum.
Starvssetan- og treytir
Størvini eru fyribils tíðaravmarkað frá fyrst í mars 2023 til seinast í oktober 2023, men við møguleika fyri at leingja setaninar.
Tú kemur at arbeiða skiftandi túrar tvs. bæði longri túrar á 4 vikur umborð, styttri túrar og vikuskiftistúrar. Tú siglur 1:1, ið merkir, at hevur tú verið 4 vikur umborð, so fært tú eisini løn tær komandi 4 vikurnar heima.
Trygdin er grundarsteinurin í øllum, sum vit gera, og tí bjóða vit eisini trygdarskeið umborð.
Setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Fiskimannafelag & Reiðarafelagið fyri Handilsskip.
Freist at søkja
Umsóknarfreistin er 6. mars 2023. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi.
Tú søkir starvið við at senda tína umsókn umvegis frymilin niðanfyri.
Dugnaligu leiðararnir í reingerðartoyminum, Joan Ólavsdóttir og Rudolfo Castro, vita meira um starvið. Tú er vælkomin at ringja til teirra á tel. 344885 ella senda teimum ein fyrispurning umvegis ahmanager@norrona.fo.
Um Smyril Line
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er fólka- og farmaflutingur í Norðuratlantshavi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, nevniliga Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line fraktfyritøkuna Smyril Line Cargo, sum hevur fraktskipini Eystnes, Hvítanes, Mykines, Akranes, Mistral og fraktfyritøkuna OCD. P/F Hotel Hafnia og Hotel Brandan eru partur av Smyril Line samtakinum.