Yvirstýrimaður til Hvítanes

Smyril Line søkir eftir yvirstýrimanni til avloysaratúr við farmaskipinum Hvítanes frá 30. september – 28. oktober, ella eftir nærri avtalu.

Tín vangamynd

Vit sóknast eftir einum persóni við stórari fakligari vitan, ið dugir væl við fólki.

Tú hevur vinnubræv sum Chief Mate II/2 

Tú hevur øll viðkomandi skjøl og skeiðir

Starvið

Yvirstýrimaðurin stuðlar skiparanum í rakstrinum av skipinum. 

Uppgávur eru m.a:

Tryggja at skipið er í sjótryggum standi

Tryggja at trygdarútgerð er viðlíkahildin og dagførd

Lasting- og lossingar virksemið og handfaring av farmi á ferðini

Starvssetan og umsóknarfreist

Starvið verður sett skjótast til ber. Umsóknarfreistin er 26.09.2022. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Tú søkir starvið umvegis frymilin niðanfyri. Tú siglur 1:1, ið merkir, at hevur tú verið umborð í fýra vikur, so fært tú eisini løn tær komandi fýra vikurnar heima.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Hjørdis í Dávastovu, HR-leiðara, uvmegis hr@smyrilline.fo ella tlf. 23 59 50.  

Um Smyril Line

Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Eystnes, Hvítanes, Mykines og Akranes og rekur farmaskipið Mistral. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.

 

Application form

Get your free catalogue

Please fill in the address details to receive your free catalogue

Yes, I want to receive regular news and special offers from Smyril Line directly in my inbox.